Watchtower ONLINE LIBRARY
Watchtower
ONLINE LIBRARY
Føroyskt
  • BÍBLIAN
  • ÚTGÁVUR
  • MØTI
  • lfb kap. 5 s. 18-s. 19 stk. 5
  • Ørkin hjá Nóa

Einki video er til taks.

Halt okkum til góðar, tað bar ikki til at vísa videoið.

  • Ørkin hjá Nóa
  • Bíbliusøgubókin
  • Líknandi tilfar
  • Nóa byggir eina ørk
    Mín bíbliusøgubók
  • Vatnflóðin — Hvør lurtaði eftir Gudi? Hvør lurtaði ikki?
    Lurta eftir Gudi og fá ævigt lív
  • Hann „livdi við Gudi“
    Tak eftir trúgv teirra
  • Øll kunnu læra av sjónbandinum Noa vandrede med Gud
    Okkara ríkistænasta – 2002
Sí fleiri
Bíbliusøgubókin
lfb kap. 5 s. 18-s. 19 stk. 5
Nóa og familjan byggja ørkina

KAPITTUL 5

Ørkin hjá Nóa

Tíðin gekk, og so við og við vóru nógv fólk á jørðini. Tey flestu av teimum vóru ónd. Og uppi í himli vóru enntá fleiri einglar blivnir óndir. Sjálvt um teir búðu í himli, fóru teir niður á jørðina at liva sum menniskju. Veitst tú, hví teir gjørdu tað? Tað var tí, teir vildu gifta seg við kvinnum her á jørðini.

Synirnir, sum einglarnir fingu við konunum hjá sær, vuksu upp og blivu óvanliga stórir og sterkir. Teir gjørdu nógv ónt og vóru øgiliga óreinir við onnur. Jehova var noyddur at gera nakað við tað, so hann valdi at beina fyri øllum óndum menniskjum í einari vatnflóð.

Nóa og familjan byggja ørkina og gera matin kláran

Men har var ein maður, sum var øðrvísi. Hann æt Nóa, og hann elskaði Jehova. Nóa og konan áttu tríggjar synir. Teir itu Sem, Kam og Jafet, og teir vóru allir giftir. Jehova vildi, at Nóa og familjan skuldu yvirliva vatnflóðina. Tí bað hann Nóa byggja eina stóra ørk, ein risastóran trækassa, sum kundi flóta á vatni. Jehova bað eisini Nóa taka nógv djór við inn í ørkina, so tey eisini kundu yvirliva.

Nóa fór beinanvegin í gongd við at byggja ørkina. Jehova segði, hvussu Nóa og familjan skuldu gera, og tey gjørdu akkurát, sum hann segði. Tað tók teimum umleið 50 ár at byggja ørkina. Hesi árini royndi Nóa at ávara menniskju um ta komandi vatnflóðina. Men eingin tímdi at lurta eftir honum.

Endiliga var tíðin komin at fara inn í ørkina. Veitst tú, hvat so hendi?

„Eins og var á døgum Nóa, so skal eisini verða, táið Menniskjasonurin kemur.“ – Matteus 24:37

Spurningar: Hví valdi Jehova at lata eina stóra vatnflóð koma yvir jørðina? Hvat segði Jehova, at Nóa skuldi gera?

1. Mósebók 6:1-22; Matteus 24:37-41; 2. Pætursbræv 2:5; Judasarbrævið 6

    Føroyskur lesnaður (1984-2025)
    Rita út
    Rita inn
    • Føroyskt
    • Deil
    • Stillingar
    • Copyright © 2025 Watch Tower Bible and Tract Society of Pennsylvania
    • Nýtslutreytir
    • Handfaring av persónligum upplýsingum
    • Privatlívsstillingar
    • JW.ORG
    • Rita inn
    Deil