„Hvussu skal eg kunna tað, uttan onkur vegleiðir meg!“
1 Tá ið evangeliiboðarin, Filip, spurdi etiopiska hirðmannin, um hann fataði tað, hann las í Guds orði, svaraði hann: „Hvussu skal eg kunna tað, uttan onkur vegleiðir meg!“ Filip var fúsur at hjálpa honum at fata tey góðu tíðindini um Jesus, og úrslitið varð, at hann alt fyri eitt læt seg doypa. (Áps. 8:26-38) Filip fylgdi boðum Jesusar um at ’gera øll fólkasløg til lærisveinar, doypa og læra tey’. — Matt. 28:19, 20.
2 Vit mugu eins og Filip lýða boðini um at gera lærisveinar. Vanliga gera tey, ið vit undirvísa í Bíbliuni, kortini ikki so skjótt framstig sum etiopiski hirðmaðurin. Jødiski trúskiftingurin kendi Skriftirnar væl og hevði eitt viðkvæmt hjarta. Honum tørvaði bert at fáa trúgv á, at Jesus var hin lovaði Messias. Avbjóðingin er størri hjá okkum, um tey, vit granska Bíbliuna saman við, ikki hava kunnleika um Bíbliuna, eru villleidd av følskum trúarsetningum ella hava persónligar trupulleikar, ið tyngja tey. Hvussu kunnu vit kortini sum best hjálpa næmingum okkara fram til vígslu og dóp?
3 Hav fyrilit við tørvinum hjá næminginum: Ríkisins Tænasta fyri august 1998, síða 1, viðgjørdi spurningin, um hvussu leingi vit skulu granska heftið Hvat krevur Gud av okkum? og ’Kunnskaparbókina’ við fólki. Har stóð: „Vit mugu, . . . nýta tíðina, ið krevst, og laga okkum eftir umstøðunum hjá næminginum og eisini hugsa um, hvussu næmur viðkomandi er. . . . Vit mugu ikki bert gjøgnumganga tilfarið skjótt uttan at ansa eftir, um næmingurin hevur fingið greiða fatan av sannleikanum. Nýfingna trúgvin á orð Guds má vera væl grundað.“ Mælt verður til ikki at skunda sær ígjøgnum ’Kunnskaparbókina’, sum var tað alneyðugt at gera bókina lidna í seks mánaðir. Onkur næmingur hevur kanska tørv á, at vit brúka nakað meiri enn seks mánaðir til at hjálpa honum at gera neyðugu framstigini fram ímóti dópi. Tá ið vit leiða bíbliulesturin hvørja viku, mugu vit nýta neyðugu tíðina til at hjálpa næminginum at fata og góðtaka tað, ið hann lærir úr Guds orði. Í nøkrum førum er kanska tørvur á, at vit nýta tvær ella tríggjar vikur til at lesa eitt kapittul í ’Kunnskaparbókini’. Soleiðis fáa vit tíð at lesa og greiða frá nógvum skriftstøðum, sum ikki eru siterað. — Róm. 12:2.
4 Hvat kunnu vit gera, tá ið vit meta, at næminginum tørvar størri forstáilsi, ella at hann ikki enn er eggjaður til at taka støðu fyri sannleikanum og víga Gudi lív sítt, hóast hann hevur granskað ’Kunnskaparbókina’? (1 Kor. 14:20) Kunnu vit gera meiri fyri at leiða viðkomandi inn á vegin, sum førir til lívið? — Matt. 7:14.
5 Nøkta andaliga tørvin hjá bíbliulestrarnæminginum: Er tað greitt, at viðkomandi ger framstig, hóast tað ikki gongur so skjótt, og at hann metir tað, ið hann lærir, høgt, kunnu vit eftir at hava lisið heftið Hvat krevur Gud av okkum? og ’Kunnskaparbókina’, halda áfram við einari aðrari bók. Hetta verður ikki altíð neyðugt, men er tørvur á tí, kunnu vit granska bókina Hvordan får vi virkelig fred og sikkerhed?, Forenede i tilbedelsen af den eneste sande Gud ella Bibelen — Guds ord eller menneskers? Vit mugu kortini altíð granska heftið Hvat krevur Gud av okkum? og ’Kunnskaparbókina’ fyrst. Vit kunnu skriva bíbliulesturin, afturvitjanirnar og tíðina, sum vit nýta til lesturin, á tænastufráboðanina, eisini um næmingurin verður doyptur, áðrenn vit eru liðug við seinnu bókina.
6 Merkir tað, at teimum, sum eru doypt fyri kortum, og sum bert hava granskað eina bók, stendur í boði at granska eina bók afturat? Nei, ikki endiliga. Men nøkur eru kanska vorðin óvirkin ella hava ikki gjørt framstig í sannleikanum, og tey kenna kanska, at teimum tørvar persónliga hjálp til í størri mun at liva eftir sannleikanum. Vit mugu tosa við tænastuumsjónarmannin, áðrenn vit aftur fara undir ein bíbliulestur við einum doyptum boðara. Men um tú harafturímóti kennir nøkur, ið hava granskað ’Kunnskaparbókina’ áður, og sum ongantíð hava gjørt framstig, so tey kunnu verða vígd og doypt, kanst tú kanska taka stig til at spyrja, um tey hava hug at taka bíbliulesturin upp aftur.
7 At vit vísa teimum, ið vit granska Bíbliuna saman við, falsleysan persónligan áhuga, er tekin um kristnan kærleika. Endamál okkara er at hjálpa teimum at skilja sannleikarnar í orði Guds betur. Á henda hátt ogna tey sær kunnleika, ið ger tey før fyri at taka støðu fyri sannleikanum, víga lív sítt til Jehova og vísa tað við at lata seg doypa. — Sl. 40:9; Ef. 3:17-19.
8 Minnist tú, hvat etiopiski hirðmaðurin gjørdi, tá ið hann var vorðin doyptur? „Hann fór leið sína við gleði“ sum ein nýggjur lærisveinur hjá Jesusi Kristi. (Áps. 8:39, 40) Vit vóna, at tey, sum vit fáa høvi til at leiða inn á veg lívsins, kunnu gleðast um at tæna Jehova Gudi — bæði nú og í allar ævir!