Watchtower ONLINE LIBRARY
Watchtower
ONLINE LIBRARY
Føroyskt
  • BÍBLIAN
  • ÚTGÁVUR
  • MØTI
  • km 3/04 s. 2
  • Eitt reiðmannaálop og tín leiklutur

Einki video er til taks.

Halt okkum til góðar, tað bar ikki til at vísa videoið.

  • Eitt reiðmannaálop og tín leiklutur
  • Okkara ríkistænasta – 2004
  • Líknandi tilfar
  • Brøður í túsundatali
    Syng við gleði fyri Jehova
  • Brøður í túsundatali
    Syng fyri Jehova
  • Ein sjón, sum styrkir trúnna
    Okkara kristna lív og tænasta – arbeiðshefti – 2018
Okkara ríkistænasta – 2004
km 3/04 s. 2

Eitt reiðmannaálop og tín leiklutur

1, 2. Hvønn leiklut hava tænarar Guds nú á døgum í uppfyllingini av profetisku sjónini í Opinberingini 9:13-19?

1 „Sætti eingilin blásti í lúður.“ Eftir hetta koma ’herar hestmannanna’ turnandi, „tvær ferðir 10 000 ferðir 10 000“. Hetta er einki vanligt herlið. „Høvd hestanna vóru sum leyvuhøvd.“ „Eldur, roykur og svávul“ stendur úr munninum á teimum, og ’halar teirra líkjast ormum’. Oyðilegging er í kjalarvørrinum í hesum ímyndarliga reiðmannaálopinum. (Op. 9:13-19) Veitst tú, hvønn leiklut tú hevur í uppfyllingini av hesi sjáldsomu profetisku sjónini?

2 Salvaða leivdin og hjálparfólk hennara, hinir seyðirnir, gera sameind vart við Jehova dómsverk. Soleiðis verður deyða støðan í kristinheiminum fullkomiliga avdúkað. Latið okkum kanna tveir partar av profetisku sjónini, sum vísa, hví tað arbeiðið, tænarar Guds gera, hevur so stóra ávirkan.

3. Hvussu hevur tú lært at boða Guds orð effektivt?

3 Upplærdir og útgjørdir at boða Guds orð: Teokratiski Skúlin og onnur samkomumøti læra tænarar Guds at boða Guds orð við myndugleika. Teir taka eftir Jesusi og lærisveinum hansara við at leita allastaðni eftir menniskjum, ið eru tað verd. (Matt 10:11; Mark.1:16; Luk. 4:15; Áps. 20:18-20) Hesin bíbilski boðanarhátturin hevur víst seg at vera ógvuliga effektivur.

4. Hvørji amboð hava boðararnir fingið, sum ger teir førar fyri at gera sítt arbeiði?

4 Fyri at fylgja gudgivna missjónsboðnum hava kristnir tænarar, sum árini eru liðin, býtt út milliardir av bíblium, bókum, heftum og bløðum. Lesnaðurin, ið er prentaður á næstan 400 málum, tekur nógv ymisk evni til viðgerðar og vendir sær til øll fólk. Gagnnýtir tú hesi amboðini?

5, 6. Hvat vísir, at Jehova fólk fær stuðul úr himli?

5 Leidd og stuðlað úr himli: Profetiska sjónin vísir eisini, at Gud leiðir arbeiðið, ið verður lýst sum eitt ímyndarligt reiðmannaálop. (Op. 9:13-15) Heimsumfatandi boðanin fer ikki fram við menniskjans vísdómi ella kraft, men við anda Guds. (Zak. 4:6) Gud leiðir arbeiðið við sínum einglum. (Op. 14:6) Jehova dregur altso eyðmjúk at sær við úr himli at stuðla virksemið hjá sínum vitnum á jørðini. — Jóh. 6:45, 65.

6 Jehova fólk, ið er upplært og útgjørt at boða Guds orð og arbeiðir undir einglanna leiðslu, kann ikki steðgast. Latið okkum framhaldandi gera okkara part í uppfyllingini av hesi hugtakandi sjónini.

    Føroyskur lesnaður (1984-2025)
    Rita út
    Rita inn
    • Føroyskt
    • Deil
    • Stillingar
    • Copyright © 2025 Watch Tower Bible and Tract Society of Pennsylvania
    • Nýtslutreytir
    • Handfaring av persónligum upplýsingum
    • Privatlívsstillingar
    • JW.ORG
    • Rita inn
    Deil