Watchtower ONLINE LIBRARY
Watchtower
ONLINE LIBRARY
Føroyskt
  • BÍBLIAN
  • ÚTGÁVUR
  • MØTI
  • lmd partur 4
  • Ver eyðmjúkur

Einki video er til taks.

Halt okkum til góðar, tað bar ikki til at vísa videoið.

  • Ver eyðmjúkur
  • Elska menniskju – ger lærisveinar
  • Undirheiti
  • Líknandi tilfar
  • Hvat gjørdi Paulus?
  • Hvat lærir Paulus okkum?
  • Ger sum Paulus
  • Menn eginleikar, sum Gudi dámar – Eyðmjúkleiki
    Okkara kristna lív og tænasta – arbeiðshefti – 2017
  • Ver fólkaligur
    Elska menniskju – ger lærisveinar
Elska menniskju – ger lærisveinar
lmd partur 4

BYRJA EITT PRÁT

Paulus ápostul, sum er leinkjaður til ein vaktarmann, tosar virðiliga við Agrippa kong, Festus landshøvdinga og Berenike.

Áps. 26:2, 3

PARTUR 4

Ver eyðmjúkur

Meginregla: ’Roknið í eyðmjúkleika hvørt annað hægri enn tykkum sjálv.’ – Fil. 2:3.

Hvat gjørdi Paulus?

Paulus ápostul, sum er leinkjaður til ein vaktarmann, tosar virðiliga við Agrippa kong, Festus landshøvdinga og Berenike.

VIDEO: Paulus boðar fyri Agrippa kongi

1. Hygg at VIDEONUM, ella les Ápostlasøguna 26:2, 3, og hugsa um hesar spurningarnar:

  1. Hvussu vísti Paulus eyðmjúkleika, tá ið hann tosaði við Agrippa kong?

  2. Hvussu fokuseraði Paulus upp á Jehova og Skriftirnar heldur enn upp á seg sjálvan? – Sí Ápostlasøguna 26:22.

Hvat lærir Paulus okkum?

2. Okkara boðskapur er meira tiltalandi, tá ið vit eru eyðmjúk og vísa virðing.

Ger sum Paulus

3. Tosa ikki niðursetandi. Ansa eftir, at tú ikki fært tann, sum tú tosar við, at føla, at tú veitst alt, og at hann einki veit. Vís altíð virðing.

4. Ger tað greitt, at tað, sum tú sigur, er grundað á Bíbliuna. Guds orð kann ávirka tankar og kenslur. Tá ið vit brúka Bíbliuna, hjálpa vit fólki at grunda sína trúgv á tað, sum stendur í henni.

5. Ver blíður og mildur. Tú mást ikki halda upp á, at tú hevur rætt. Vit vilja ikki trætast við fólk. Eyðmjúkleiki hjálpir okkum at vera rólig og vita, nær tað er tíð at fara. (Orðt. 17:14; Tit. 3:2) Tá ið vit eru blíð og mild, kann tað vera, at viðkomandi hevur hug at práta eina aðru ferð.

SÍ EISINI

Róm. 12:16-18; 1. Kor. 8:1; 2. Kor. 3:5

    Føroyskur lesnaður (1984-2025)
    Rita út
    Rita inn
    • Føroyskt
    • Deil
    • Stillingar
    • Copyright © 2025 Watch Tower Bible and Tract Society of Pennsylvania
    • Nýtslutreytir
    • Handfaring av persónligum upplýsingum
    • Privatlívsstillingar
    • JW.ORG
    • Rita inn
    Deil