Watchtower ONLINE LIBRARY
Watchtower
ONLINE LIBRARY
Føroyskt
  • BÍBLIAN
  • ÚTGÁVUR
  • MØTI
  • w25 Mai s. 8-13
  • Jehova kann troysta teg

Einki video er til taks.

Halt okkum til góðar, tað bar ikki til at vísa videoið.

  • Jehova kann troysta teg
  • Vagttårnet forkynder af Jehovas rige – 2025
  • Undirheiti
  • Líknandi tilfar
  • JEHOVA ER MISKUNNSAMUR OG FYRIGEVUR OKKUM
  • JEHOVA GEVUR OKKUM VÓN
  • JEHOVA HJÁLPIR OKKUM, TÁ IÐ VIT ERU BANGIN
  • Jehova „grøðir tey, ið hava sundurbrotið hjarta“
    Vagttårnet forkynder af Jehovas rige – 2024
  • Vit eru ongantíð einsamøll
    Vagttårnet forkynder af Jehovas rige – 2025
  • Avgerðir, sum vísa, at vit líta á Jehova
    Okkara kristna lív og tænasta – arbeiðshefti – 2023
  • Jehova elskar teg
    Vagttårnet forkynder af Jehovas rige – 2024
Sí fleiri
Vagttårnet forkynder af Jehovas rige – 2025
w25 Mai s. 8-13

LESTRARGREIN 20

SANGUR NR. 7 Jehova er styrki okkara

Jehova kann troysta teg

„Lovaður veri … Faðir miskunnar og Gud alrar troystar.“ – 2. KOR. 1:3.

HØVUÐSTANKIN

Í hesi greinini fáa vit at vita, hvussu Jehova troystaði jødarnar, tá ið teir vóru í útlegd, og vit fara eisini at kanna, hvat vit kunnu læra av tí.

1. Hvussu var lívið hjá jødunum, sum vóru í útlegd í Bábylon?

Í NÓGV ár høvdu jødarnir ferð eftir ferð verið ólýdnir ímóti Jehova. Tí loyvdi hann bábelsmonnum at oyðileggja landið hjá teimum og taka teir við sær til Bábylon sum fangar. (2. Krøn. 36:15, 16, 20, 21) Hvussu munnu teir hava havt tað har? Teir kundu liva eitt hampiliga vanligt lív. (Jer. 29:4-7) Men tað var ikki lætt, og tað var avgjørt ikki tað lívið, sum teir høvdu ynskt sær. Hvat søgdu teir sjálvir um støðuna? Ein av teimum segði soleiðis: „Við áirnar í Bábel, har sótu vit og grótu, táið vit mintust Zion.“ (Slm. 137:1) Jødarnir høvdu virkuliga brúk fyri at fáa troyst. Men hvar skuldi hon koma frá?

2-3. (a) Hvussu hjálpti Jehova jødunum? (b) Hvat koma vit inn uppá í hesi greinini?

2 Jehova er „Gud alrar troystar“. (2. Kor. 1:3) Hann elskar sínar tænarar, og tí vil hann gjarna troysta teir. Jehova visti, at nakrir av jødunum fóru at angra sínar syndir, tá ið teir komu til Bábylon, og venda við til hansara. (Es. 59:20) Og tí fekk hann Esaias at skriva ein boðskap til hesar jødarnar, meira enn 100 ár áðrenn teir komu í útlegd í Bábylon. Hvussu kundi Esaiasar bók hjálpa jødunum? Esaias skrivaði til dømis: „Troystið, troystið fólk Mítt! sigur Gud tykkara.“ (Es. 40:1) Og Jehova gav jødunum ta troystina, teir høvdu brúk fyri.

3 Vit hava eisini brúk fyri troyst av og á. Í hesi greinini koma vit inn uppá, hvussu Jehova troystaði jødarnar upp á tríggjar mátar: (1) Hann lovaði at fyrigeva øllum, sum angraðu, (2) hann gav teimum vón, og (3) hann hjálpti teimum, tá ið teir vóru bangnir. Vit koma eisini inn uppá, hvussu Jehova troystar okkum upp á sama máta í dag.

JEHOVA ER MISKUNNSAMUR OG FYRIGEVUR OKKUM

4. Hvussu vísti Jehova, at hann er ein miskunnsamur Gud? (Esaias 55:7)

4 Jehova er „Faðir miskunnar“. (2. Kor. 1:3) Tað vísti hann, tá ið hann lovaði at fyrigeva jødunum, sum vendu við til hansara. (Les Esaias 55:7.) Hann segði: „Við ævigari náði miskunni Eg tær.“ (Es. 54:8) Hvussu fór Jehova at vísa teimum miskunn? Sjálvt um jødarnir noyddust at vera í Bábylon í nógv ár, tí teir høvdu verið ólýdnir, lovaði Jehova teimum, at teir einaferð skuldu sleppa heimaftur. (Es. 40:2) Tað má hava verið ein stór troyst hjá teimum jødunum, sum angraðu og gjarna vildu tæna Jehova.

5. Hví er tað lættari hjá okkum enn hjá jødunum at skilja, hvussu gjarna Jehova vil fyrigeva okkum?

5 Hvat kunnu vit læra? Jehova vil heldur enn gjarna fyrigeva sínum tænarum. Og tað er kanska nógv lættari hjá okkum at skilja í dag, enn tað var hjá jødunum í Bábylon. Hví tað? Jú, tí vit vita, hvat Jehova hevur gjørt fyri at kunna fyrigeva okkum. Fleiri hundrað ár aftaná, at Esaias skrivaði sína bók, sendi Jehova sín elskaða son niður á jørðina at ofra sítt lív fyri øll, sum angra sínar syndir. Og tí kann Jehova fyrigeva okkum og fullkomiliga útstrika okkara syndir. (Áps. 3:19; Es. 1:18; Ef. 1:7) Ja, Jehova er virkuliga ein miskunnsamur Gud!

6. Hví er tað ein troyst at hugsa um, hvussu fyrigevandi Jehova er? (Hygg eisini at myndini.)

6 Tann boðskapurin, sum Jehova gav jødunum í Esaias 55:7, kann eisini hjálpa okkum, viss gamlar syndir, sum vit hava angrað, blíva við at plága okkum. Tað kann serliga vera galdandi, viss vit framvegis føla avleiðingarnar av tí, sum vit hava gjørt. Men viss vit hava viðgingið okkara syndir og eru hildin uppat at gera tað, sum er skeivt, kunnu vit vera vís í, at Jehova hevur fyrigivið okkum. Og tá ið Jehova fyrigevur, velur hann at gloyma okkara syndir. (Sí eisini Jeremias 31:34.) So viss Jehova ikki blívur við at hugsa um okkara gomlu syndir, skulu vit heldur ikki blíva við at hugsa um tær. Tað, sum hevur týdning fyri Jehova, er tað, sum vit gera nú, ikki tey mistøkini, sum vit fyrr hava gjørt. (Ezek. 33:14-16) Og í nýggja heiminum sleppa vit undan øllum trupulleikum og negativum kenslum, sum standast av gomlum syndum.

Ein bróðir, sum hevur gott mót, kemur gangandi. Myndir: Myndir, sum vísa, hvat hann plagdi at gera, í mun til hvat hann ger nú. Mistøk, sum hann gjørdi fyrr í tíðini: 1. Spældi ógvislig telduspøl. 2. Drakk og roykti. 3. Hugdi at óhóskandi tilfari á telduni. Tað, sum hann ger nú: 1. Vaskar í ríkissalinum. 2. Tosar við eina eldri systur. 3. Er í boðanini.

Tað, sum hevur týdning fyri Jehova, er tað, sum vit gera nú, ikki tey mistøkini, sum vit fyrr hava gjørt. (Sí stykki 6)


7. Hvat kann fáa okkum at tosa við teir elstu, viss vit hava syndað álvarsliga?

7 Hvat skulu vit gera, viss vit hava syndað álvarsliga og hava roynt at krógva tað fyri øðrum? Bíblian eggjar okkum til at biðja teir elstu um hjálp. (Ják. 5:14, 15) Tað er kanska ikki so lætt at fortelja teimum, hvat vit hava gjørt. Men so er gott at hugsa um, at Jehova hevur sett hesar menninar til at hjálpa okkum, og at teir eru kerligir og miskunnsamir akkurát sum hann. Viss vit minnast til tað, og viss vit hava angrað okkara syndir, verður tað lættari hjá okkum at tosa við teir. Ein bróðir, sum eitur Arthur,a føldi seg øgiliga illa um nakað, sum hann hevði gjørt. Men hann upplivdi, hvussu Jehova brúkar teir elstu til at hjálpa og troysta okkum. Arthur fortelur: „Í umleið eitt ár hugdi eg eftir pornografi. Men aftan á at eg hevði hoyrt ein fyrilestur um samvitskuna, fortaldi eg bæði konu míni og teimum elstu, hvat eg hevði gjørt. Tað var ein lætti, men eg var enn øgiliga keddur um tað, sum eg hevði gjørt. Teir elstu mintu meg á, at Jehova ikki hevði vrakað meg. Hann rættleiðir okkum, tí hann elskar okkum. Tað, sum teir søgdu, hjálpir mær at síggja meg sjálvan soleiðis, sum Jehova sær meg.“ Í dag er Arthur pionerur og samkomutænari. Tað er so gott at vita, at Jehova altíð er til reiðar at fyrigeva okkum, tá ið vit angra okkara syndir.

JEHOVA GEVUR OKKUM VÓN

8. (a) Hvørja vón gav Jehova jødunum? (b) Hvussu kundi vónin hjálpa jødunum sambært Esaias 40:29-31?

8 Jødarnir hugsaðu kanska, at tað var ómøguligt hjá teimum at sleppa heimaftur úr útlegd. Øll vistu, at fangarnir í Bábylon sjáldan vórðu latnir leysir. (Es. 14:17) Men Jehova gav sínum fólki vón. Hann lovaði at fría tey, og einki kundi forða honum. (Es. 44:26; 55:12) Fyri Jehova var Bábylon bara sum støv – eitt lítið puff hevði blást tað burtur. (Es. 40:15) Hvussu kundi henda vónin hjálpa jødunum? Hon kundi ugga teir. Men hon kundi gera meira enn tað. Esaias skrivaði: „Tey, sum bíða eftir HARRANUM, fáa nýggja kraft.“ (Les Esaias 40:29-31.) Ja, vónin styrkti jødarnar. Teir fingu nýggja kraft og kundu so at siga „lyfta veingjunum“ og sveima „sum ørnir“.

9. Hvørjar grundir høvdu jødarnir til at líta á, at tað, sum Jehova hevði lovað, fór at ganga út?

9 Jehova hevði eisini givið jødunum góðar grundir til at líta á, at tað, sum hann hevði lovað, fór at ganga út. Hvussu tá? Minst til profetiirnar, sum longu vóru gingnar út. Jødarnir vistu, at Assýria hevði vunnið á tíggjuættaríkinum Ísrael og tikið fólkini við sær sum fangar. (Es. 8:4) Teir høvdu sæð bábelsmenn oyðileggja Jerusalem, og teir vóru sjálvir førdir í útlegd. (Es. 39:5-7) Teir vistu eisini, at kongurin í Bábylon hevði blindað Zedekias kong og ført hann til Bábylon. (Jer. 39:7; Ezek. 12:12, 13) Allar profetiirnar frá Jehova gingu út. (Es. 42:9; 46:10) Tað má hava sannført teir um, at lyftini frá Jehova um, at teir skuldu sleppa heimaftur, eisini fóru at ganga út.

10. Hvat kann hjálpa okkum at blíva við at hava eina sterka vón nú á síðstu døgum?

10 Hvat kunnu vit læra? Tá ið vit eru kedd, kann vónin troysta okkum og geva okkum styrki. Viðurskiftini í heiminum bara versna, og sum Guds fólk hava vit nógvar fíggindar. Men tað skal ikki fáa okkum at missa mótið. Jehova hevur givið okkum eina fantastiska vón um ævigt lív í einum paradísi, har alt er trygt og gott. Tað er viktigt, at henda vónin stendur klár í huganum. Annars kundi tað blivið sum at hyggja at einum vøkrum landslagi ígjøgnum eitt skitið vindeyga. Hvussu kunnu vit „vaska vindeygað“, ella syrgja fyri at okkara vón er klár? Tað kunnu vit, viss vit javnan geva okkum tíð til at ímynda okkum, hvussu fantastiskt okkara lív fer at vera í tí nýggja heiminum. Vit kunnu lesa greinar, hyggja at videoum og lurta eftir sangum um okkara vón. Og tá ið vit biðja til Jehova, kunnu vit fortelja honum um alt tað, sum vit gleða okkum til í paradísinum.

11. Hvat hjálpir einari systur, sum hevur eina kroniska sjúku?

11 Ein systir, sum eitur Joy, hevur eina kroniska sjúku, og hon fortelur, hvussu vónin hevur hjálpt henni og styrkt hana. Hon sigur: „Tá ið eg havi tað serliga ringt, fortelji eg Jehova, akkurát hvussu eg havi tað, og eg veit, at hann skilur meg. Aftaná havi eg følt eina ’ómetaliga kraft’, sum bara Jehova kann geva.“ (2. Kor. 4:7) Joy roynir eisini at síggja seg sjálva í tí nýggja heiminum, har eingin fer at siga: „Eg eri sjúkur.“ (Es. 33:24) Viss vit fortelja Jehova, akkurát hvussu vit hava tað, og viss vit hava okkara fantastisku vón klárt í huga, kann tað eisini styrkja okkum, so vit klára at halda út.

12. Hvørjar grundir hava vit til at líta á lyftini frá Jehova? (Hygg eisini at myndini.)

12 Akkurát sum Jehova gav jødunum í Bábylon nógvar grundir til at líta á hansara lyfti, gevur hann eisini okkum nógvar grundir til tað. Vit síggja fleiri profetiir ganga út í dag. Til dømis síggja vit eitt heimsveldi, sum „fyri ein part [er] sterkt og fyri ein part [er] veikt“. (Dán. 2:42, 43) Vit hoyra eisini um jarðskjálvtar „víða hvar“, og vit boða gleðiboðskapin fyri „øllum fólkasløgum“. (Matt. 24:7, 14) Tá ið vit síggja hesar og nógvar aðrar profetiir ganga út, fáa vit álit á, at alt tað góða, sum Jehova hevur lovað, eisini fer at ganga út.

Ein systir lesur og hugsar um profetiirnar í Bíbliuni. Myndir: 1. Eini hjún standa við síðuna av einum lesnaðarvogni og tosa við ein mann. 2. Pápi og sonur standa og hyggja at øllum tí, sum ein náttúruvanlukka hevur oyðilagt. 3. Ein steinur rakar føturnar á standmyndini í dreyminum hjá Nebukadnezari, sum verður lýstur í Dániel kapittul 2. 4. Fólk gleðast um lívið í einum paradísi á jørðini.

Profetiir, sum vit síggja ganga út í dag, geva okkum álit á lyftini frá Jehova. (Sí stykki 12)


JEHOVA HJÁLPIR OKKUM, TÁ IÐ VIT ERU BANGIN

13. (a) Hvat kundi gera jødarnar bangnar, beint áðrenn teir blivu fríaðir? (b) Hvussu uggaði Jehova jødarnar sambært Esaias 41:10-13?

13 Jehova lovaði jødunum í Bábylon, at teir skuldu blíva fríaðir. Men hann visti, at lívið fór at blíva meira og meira trupult hjá teimum, so hvørt sum tíðin nærkaðist. Hann hevði boðað frá, at ein máttmikil kongur fór at gera innrás í og hertaka londini rundan um Bábylon og síðani leypa á sjálvt Bábylon. (Es. 41:2-5) Skuldi tað gera jødarnar bangnar? Nógv ár frammanundan hevði Jehova sagt nakað, sum kundi ugga teir: „Óttast ikki! Eg eri við tær! Ver ikki mótfallin! Eg eri Gud tín!“ (Les Esaias 41:10-13.) Hvat meinti hann, tá ið hann segði: „Eg eri Gud tín“? Hann segði tað ikki fyri at minna teir á, at teir skuldu tilbiðja hann, tí tað vistu teir longu. Men hann vildi minna teir á, at hann enn var við teimum. – Slm. 118:6.

14. Hvussu hjálpti Jehova annars jødunum?

14 Jehova hjálpti eisini jødunum við at minna teir á, hvussu stóra kraft og hvussu stóra vitan hann hevur. Hann bað teir hyggja upp móti stjørnunum á himli og fortaldi teimum, at hann ikki bara hevði skapt stjørnurnar, men eisini kendi nøvnini á teimum øllum. (Es. 40:25-28) Viss Jehova kendi nøvnini á hvørji einstakari stjørnu, kendi hann avgjørt eisini nøvnini á øllum sínum tænarum. Og viss Jehova kláraði at skapa stjørnurnar, kláraði hann sjálvandi eisini at hjálpa sínum fólki. So jødarnir í Bábylon høvdu einki at vera bangnir fyri.

15. Hvat skuldu jødarnir gera, tá ið tíðin nærkaðist?

15 Jehova fortaldi eisini sínum fólki, hvat tey skuldu gera, tá ið tíðin nærkaðist. Eitt sindur fyrr í Esaiasar bók segði hann við tey: „Far inn í kømur tíni og lat aftur dyrnar eftir tær! Fjal teg lítla løtu, inntil vreiðin er yvirstaðin!“ (Es. 26:20) Jødarnir fylgdu helst hesum boðunum, tá ið Kýrus kongur hertók Bábylon. Grikski søgufrøðingurin Xenofon sigur, at tá ið Kýrus kom inn í Bábylon, „gav [hann sínum monnum] boð um at drepa øll, sum teir funnu uttandura“. Tað má hava verið ræðandi hjá teimum, sum búðu í Bábylon. Men teir jødarnir, sum fylgdu boðunum frá Jehova, yvirlivdu.

16. Hví skulu vit ikki stúra for nógv fyri framtíðini? (Hygg eisini at myndini.)

16 Hvat kunnu vit læra? Stóra trongdin byrjar skjótt, og tað verður tann ringasta tíðin, sum nakrantíð hevur verið á jørðini. Tá ið hon byrjar, verða fólk í heiminum ørkymlað og ræðslusligin. Men ikki fólkið hjá Jehova. Vit vita, at Jehova er okkara Gud. Vit kunnu vera púra trygg, tí „tá nærkast endurloysing“ okkara. (Luk. 21:28) Sjálvt tá ið ein samgonga av tjóðum loypur á okkum, blíva vit við at líta á Jehova. Hann fær sínar einglar at verja okkum, og hann fer at geva okkum lívbjargandi boð. Hvussu fer hann at geva okkum hesi boðini? Tað vita vit ikki enn. Men tað kann væl vera, at vit fáa tey gjøgnum samkomurnar. Tær eru kanska okkara „kømur“, har vit kunnu føla okkum trygg. Hvussu kunnu vit fyrireika okkum upp á tað, sum liggur fyri framman? Vit mugu halda okkum nær til okkara brøður og systrar, fylgja boðunum frá samskipanini og vera sannførd um, at Jehova leiðir hana. – Hebr. 10:24, 25; 13:17.

Brøður og systrar sita í einum kamari og lesa í Bíbliuni undir stóru trongdini. Tey hyggja út gjøgnum eitt vindeyga, meðan ein bróðir peikar á náttarhimmalin.

Vit vita, at Jehova er førur fyri at bjarga okkum, og tí skulu vit ikki vera so bangin fyri, hvat kann henda við okkum undir stóru trongdini. (Sí stykki 16)b


17. Hvussu kunnu vit fáa troyst frá Jehova?

17 Sjálvt um jødarnir ikki høvdu tað so lætt í Bábylon, gav Jehova teimum ta troystina, teir høvdu brúk fyri. Hann fer eisini at troysta okkum. So líkamikið hvussu framtíðin verður, kunnu vit altíð fáa troyst frá Jehova. Hvussu? Jú, vit mugu líta á, at hann fyrigevur okkum. Vit mugu hava vónina klára í huganum. Og vit mugu minnast til, at tá ið Jehova er okkara Gud, hava vit einki at vera bangin fyri.

HVUSSU TROYSTA HESI BÍBLIUØRINDINI TEG?

  • Esaias 55:7

  • Esaias 40:29-31

  • Esaias 41:10-13

SANGUR NR. 3 Tú ert styrkin og vónin, vit líta á

a Summi nøvn eru broytt.

b MYNDAFRÁGREIÐING: Nakrir brøður og systrar eru saman. Tey eru sannførd um, at Jehova er førur fyri at verja sínar tænarar, líkamikið hvar á jørðini teir búgva.

    Føroyskur lesnaður (1984-2025)
    Rita út
    Rita inn
    • Føroyskt
    • Deil
    • Stillingar
    • Copyright © 2025 Watch Tower Bible and Tract Society of Pennsylvania
    • Nýtslutreytir
    • Handfaring av persónligum upplýsingum
    • Privatlívsstillingar
    • JW.ORG
    • Rita inn
    Deil