VENJING 18
Ger tað upplýsandi og læruríkt
1. Korintbræv 9:19-23
Í STUTTUM: Set gongd á tankarnar hjá teimum, sum lurta, og lat tey føla, at tey fáa nakað burturúr.
HVUSSU GERT TÚ?
Hugsa um, hvat fólk longu vita. Hjálp teimum at síggja evnið úr einum øðrum sjónarhorni, heldur enn bara at endurtaka nakað, sum tey hava hoyrt fyrr.
Kanna tilfarið og grunda um tað. Tá ið tað ber til, kanst tú lýsa høvuðstankar við at nevna okkurt áhugavert, sum ikki er so kent, ella okkurt, sum er frammi í løtuni. Hugsa um tilfarið hjá tær, og hvat samband er millum tilfarið og tær upplýsingarnar, tú ætlar tær at nevna.
Vís, hvussu evnið kann brúkast. Greið frá, hvussu Bíblian kann brúkast í gerandisdegnum. Nevn ávísar støður, áskoðanir og gerðir, ið eru viðkomandi hjá teimum, sum lurta.