Watchtower ONLINE LIBRARY
Watchtower
ONLINE LIBRARY
Føroyskt
  • BÍBLIAN
  • ÚTGÁVUR
  • MØTI
  • th venjing 19 s. 22
  • Nem hjartað

Einki video er til taks.

Halt okkum til góðar, tað bar ikki til at vísa videoið.

  • Nem hjartað
  • Lær teg at lesa upp og undirvísa
  • Líknandi tilfar
  • Ver eldhugaður
    Lær teg at lesa upp og undirvísa
  • Ger greitt, hvussu upplýsingarnar kunnu brúkast
    Lær teg at lesa upp og undirvísa
  • Ver uppbyggjandi og positivur
    Lær teg at lesa upp og undirvísa
  • Ver inniligur og vís samkenslu
    Lær teg at lesa upp og undirvísa
Sí fleiri
Lær teg at lesa upp og undirvísa
th venjing 19 s. 22

VENJING 19

Nem hjartað

Tilvísing til eitt bíbliuørindi

Orðtøkini 3:1

Í STUTTUM: Hjálp teimum, sum lurta, at virðismeta tað, tey læra, og at fylgja tí.

HVUSSU GERT TÚ?

  • Hjálp teimum, sum lurta, at rannsaka seg sjálv. Set spurningar, sum fáa tey at hugsa um, hvat tey sjálv halda um evnið.

  • Styrk hugin at gera tað rætta. Eggja teimum, sum lurta, til at hugsa um, hví tey gera tað, sum er rætt. Hjálp teimum at gera tað við rætta motivinum, nevniliga tí tey elska Jehova, síni medmenniskju og tað, sum Bíblian lærir. Royn at hjálpa teimum at síggja, hví tað, sum Bíblian sigur, er skilagott. Ansa eftir ikki at kritisera. Tá ið fyrilesturin er av, skulu tey ikki sita eftir við ringari samvitsku, men føla seg væl og hava hug at gera sítt besta.

  • Gev Jehova æruna. Legg dent á, hvussu læran, meginreglurnar og boðini í Bíbliuni endurspegla teir eginleikarnar, Jehova hevur, og hansara kærleika til okkara. Royn at fáa tey, sum lurta, at hugsa um, hvat Jehova dámar og ikki dámar, og gev teimum hug at gleða hann.

    Praktiskt ráð

    Minst til, at tað er Jehova, sum dregur menniskju. Brúka hansara orð til at motivera tey, sum lurta.

Í BOÐANINI

Tá ið tað ber til, kanst tú við at seta spurningar finna út av, hvat tann vitjaði heldur um ymiskt. Legg merki til, hvat andlitsbráið og tónalagið sigur um, hvat hann hugsar. Men ver tolin. Tað kann taka tíð, áðrenn fólk hava hug at siga, hvat tey meina innast inni.

    Føroyskur lesnaður (1984-2025)
    Rita út
    Rita inn
    • Føroyskt
    • Deil
    • Stillingar
    • Copyright © 2025 Watch Tower Bible and Tract Society of Pennsylvania
    • Nýtslutreytir
    • Handfaring av persónligum upplýsingum
    • Privatlívsstillingar
    • JW.ORG
    • Rita inn
    Deil