Watchtower ONLINE LIBRARY
Watchtower
ONLINE LIBRARY
Føroyskt
  • BÍBLIAN
  • ÚTGÁVUR
  • MØTI
  • lmd partur 1
  • Vís áhuga

Einki video er til taks.

Halt okkum til góðar, tað bar ikki til at vísa videoið.

  • Vís áhuga
  • Elska menniskju – ger lærisveinar
  • Undirheiti
  • Líknandi tilfar
  • Hvat gjørdi Jesus?
  • Hvat lærir Jesus okkum?
  • Ger sum Jesus
  • Ver natúrligur
    Elska menniskju – ger lærisveinar
  • Soleiðis gerst tú ein betri boðari – Eitt lítið prát kann geva møguleika at boða
    Okkara kristna lív og tænasta – arbeiðshefti – 2018
  • Soleiðis gerst tú ein betri boðari — Byrja eina samrøðu og boða óformliga
    Okkara ríkistænasta – 2014
  • Ver blíður
    Elska menniskju – ger lærisveinar
Elska menniskju – ger lærisveinar
lmd partur 1

BYRJA EITT PRÁT

Jesus tosar við eina kvinnu við ein brunn.

Jóh. 4:6-9

PARTUR 1

Vís áhuga

Meginregla: „Kærleikin … søkir ikki sítt egna.“ – 1. Kor. 13:4, 5.

Hvat gjørdi Jesus?

Jesus tosar við eina kvinnu við ein brunn.

VIDEO: Jesus og kvinnan við brunnin

1. Hygg at VIDEONUM, ella les Jóhannes 4:6-9, og hugsa um hesar spurningarnar:

  1. Hvat legði Jesus merki til, áðrenn hann fór at práta við kvinnuna?

  2. Jesus segði: „Gev mær at drekka!“ Hví var tað ein góður máti at byrja eitt prát?

Hvat lærir Jesus okkum?

2. Tað er meira sannlíkt, at vit fáa eitt gott prát, viss vit byrja við onkrum, sum onnur hava áhuga fyri.

Ger sum Jesus

3. Ver lagaligur. Tú mást ikki vera for fastlæstur í tí, sum tú hevði ætlað tær at práta um. Tað er betri at byrja við onkrum, sum tú roknar við, at onnur ganga og hugsa um. Spyr teg sjálvan:

  1. Hvat er frammi í tíðindunum?

  2. Hvat tosa grannarnir, arbeiðsfelagarnir ella floksfelagarnir um?

4. Eygleið. Spyr teg sjálvan:

  1. Hvat ger viðkomandi beint nú? Hvat hugsar hann kanska um?

  2. Hvat siga klæðini, útsjóndin ella heimið um hansara bakgrund ella trúgv?

  3. Liggur tað fyri hjá viðkomandi at tosa?

5. Lurta.

  1. Tosa ikki for nógv.

  2. Lat tann, sum tú prátar við, sleppa at siga, hvat hann hugsar. Tú kanst seta spurningar, tá ið tað er hóskandi.

SÍ EISINI

Matt. 7:12; 1. Kor. 9:20-23; Fil. 2:4; Ják. 1:19

    Føroyskur lesnaður (1984-2025)
    Rita út
    Rita inn
    • Føroyskt
    • Deil
    • Stillingar
    • Copyright © 2025 Watch Tower Bible and Tract Society of Pennsylvania
    • Nýtslutreytir
    • Handfaring av persónligum upplýsingum
    • Privatlívsstillingar
    • JW.ORG
    • Rita inn
    Deil