Soleiðis gerst tú ein betri boðari — Byrja eina samrøðu og boða óformliga
Hví tað er umráðandi. Tað er ofta ringt at hitta fólk, tá ið vit boða hús úr húsi. Men vit kunnu kanska koma í samband við tey, tá ið vit koyra í bussi ella eru við báti, tá ið vit bíða hjá læknanum, tá ið vit hava ein steðg til arbeiðis ella fríkorter í skúlanum. Jehova vil, at øll skulu fáa møguleika at hoyra tey góðu tíðindini um Ríkið. (1 Tim. 2:3, 4) Men ofta mugu vit sjálv byrja eina samrøðu fyri at vitna.
Royn hetta henda mánaðin:
Royn hvørja viku at byrja í minsta lagi eina samrøðu við tí fyri eyga at boða óformliga.