Tú dugir at boða óformliga!
1. (a) Hvat er óformlig boðan? (b) Hvussu nógv av tykkum, sum eru her, hoyrdu fyrstu ferð um sannleikan, tí onkur boðaði óformliga?
1 Hvussu nógv í tíni samkomu hoyrdu fyrstu ferð um sannleikan, tí onkur boðaði óformliga? Svarið kemur kanska óvart á teg. Óformlig boðan merkir at bera fólki, sum vit møta í okkara gerandisdegi, tey góðu tíðindini — tá vit ferðast, vitja skyldfólk ella grannar, eru til handils, eru í skúla, eru til arbeiðis og so framvegis. Í einum bólki við meir enn 200 doyptum Jehova Vitnum fingu 40 prosent fyrstu ferð samband við sannleikan, tí onkur boðaði óformliga! Tí er hesin boðanarhátturin sera effektivur.
2. Hvørji dømi um óformliga boðan finna vit í Bíbliuni?
2 Í fyrstu øld boðaðu tey ofta óformliga. Tá Jesus til dømis ferðaðist gjøgnum Samaria, vendi hann sær til eina kvinnu, sum dró vatn upp úr brunni Jákups, og boðaði henni sannleikan. (Jóh. 4:6-26) Filip byrjaði eina samrøðu við ein etiopiskan hirðmann, sum las Esaias profet, við at spyrja hann: „Skilir tú tað, ið tú lesur?“ (Áps. 8:26-38) Tá Paulus sat fongslaður í Filippi, bar hann einum fangavørði tey góðu tíðindini. (Áps. 16:23-34) Seinni, meðan hann var í húsavarðhaldi, tók Paulus ’ímóti øllum, ið komu til hansara; og hann prædikaði ríki Guds og lærdi um Harran Jesus’. (Áps. 28:30, 31) Tað ber eisini til hjá tær at boða óformliga, sjálvt um tú ert smæðin. Hvussu?
3. Hvat kann hjálpa okkum at vinna á smædni?
3 Hvussu vit byrja. Nógv av okkum hava ilt við at fara og tosa við fremmandafólk. Tað kann enntá vera eitt sindur ringt at tosa um sannleikan við fólk, vit kenna. Men fara vit at hugleiða um, hvussu góður Jehova er, teir andaligu dýrgripirnar, sum hann hevur givið sínum tænarum og ræðuligu umstøðurnar hjá fólki í heiminum, gevur tað okkum dirvi. (Jónas 4:11; Sl. 40:6; Matt. 13:52) Haraftrat kunnu vit biðja Jehova hjálpa okkum at ’fáa dirvi’. (1 Tess. 2:2) Ein gileadnæmingur segði: „Bøn hevur ofta hjálpt mær, tá eg haldi tað vera torført at fara og tosa við fólk.“ Ert tú ótryggur, bið so eina stutta bøn innantanna. — Neh. 2:4.
4. Hvat mál er gott at hava fyri fyrst, og hví?
4 Sum navnið ’óformlig boðan’ vísir, nýtist okkum ikki at byrja eina samrøðu við einum formligum inngangi ella skriftstaði. Tað er kanska ein hjálp, um vit fyri fyrst bara royna at fáa eina samrøðu í lag uttan at føla, at vit alt fyri eitt skulu geva ein vitnisburð. Nógvir boðarar siga, at um teir bert fáa eitt lítið prát í lag, gevur tað teimum dirvi til seinni at koma inn á tey góðu tíðindini. Hevur persónurin ikki hug at tosa við okkum, skulu vit ikki tvinga hann. Enda samrøðuna fólkaliga og far víðari.
5. Hvat hjálpir eini smædnari systur at boða óformliga?
5 Ein smæðin systir greiðir frá, at hon, tá ið hon fer á torgið at keypa, roynir at fáa eygnasamband og smílir vinaliga. Smílir persónurin aftur, sigur hon okkurt við viðkomandi. Svarar persónurin vinaliga, torir hon at halda fram. Hon lurtar væl og roynir at finna út av, hvør partur av góðu tíðindunum talar til persónin. Við hesari mannagongdini hevur hon givið nógvan lesnað og enntá byrjað ein bíbliulestur.
6. Hvussu kunnu vit byrja eina samrøðu í óformligu boðanini?
6 Hvussu vit byrja samrøður. Hvat kunnu vit siga fyri at byrja eina samrøðu? Tá Jesus tosaði við kvinnuna við brunnin, bað hann hana bara, sum tað fyrsta, geva sær at drekka. (Jóh. 4:7) So kanska kunnu vit eisini fáa eina samrøðu í lag við eini vinaligari heilsan ella spurningi. Meðan vit tosa, fáa vit kanska høvi at fortelja okkurt úr Bíbliuni og møguliga sáa eitt sannleikans sáð. (Præd. 11:6) Hjá summum hevur tað riggað væl at siga okkurt áhugavert, sum ger fólk forvitin og fær tey at seta ein spurning. Vit kunnu til dømis, meðan vit sita í bíðirúminum hjá læknanum, byrja eina samrøðu við at siga: „Eg gleði meg til, eg ongantíð verði sjúkur aftur.“
7. Hvussu verður tað lættari hjá okkum at boða óformliga, um vit eru vakin?
7 Eru vit vakin, hjálpir tað okkum eisini at byrja samrøður. Síggja vit ein pápa ella eina mammu, sum hevur væl vand børn, kunnu vit rósa honum ella henni og spyrja: „Hvat hevur hjálpt tær at venja børnini so væl?“ Ein systir gevur sær far um, hvat tosað verður um á arbeiðsplássinum, og gevur síðani starvsfelagunum onkran lesnað um tað, sum teir hava áhuga fyri. Tá hon frætti, at ein starvsfelagi skuldi giftast, gav hon henni eitt Vågn op!, ið snúði seg um, hvussu mann leggur eitt brúdleyp til rættis. Hetta hevði fleiri bíbilskar samrøður við sær.
8. Hvussu kunnu vit byrja samrøður við okkara lesnaði?
8 Ein annar máti at koma á tal við fólk, er at lesa í okkara lesnaði, tá onnur síggja okkum. Ein bróðir blaðar upp í Vagttårnet ella Vågn op! á eina áhugaverda grein og fer stillisliga í holt við at lesa hana. Sær hann onkran hyggja at blaðnum, setur hann ein spurning ella ger eina stutta viðmerking til greinina. Hetta hevur ofta eina samrøðu og ein vitnisburð við sær. Bara tað at leggja okkara lesnað soleiðis, at hann er sjónligur, kann gera starvsfelagar ella skúlafelagar forvitnar og fáa teir at seta ein spurning.
9, 10. (a) Hvussu kunnu vit skapa møguleikar at boða óformliga? (b) Hvussu hevur tað borið til hjá tær?
9 Hvussu vit skapa møguleikar. Tá vit hugsa um, hvussu nógvan skund boðanararbeiðið hevur, eiga vit ikki at halda, at óformlig boðan bert skal vera tilvildarlig. Vit skulu heldur royna at skapa møguleikar fyri at geva ein vitnisburð í okkara gerandisdegi. Hugsa um tey fólkini, sum tú væntandi fert at møta, og umhugsa, hvussu tú kundi byrjað eina vinaliga samrøðu. Hav eina bíbliu hjá tær og eisini lesnað at geva teimum, sum vísa áhuga. — 1 Pæt. 3:15.
10 Nógvir boðarar hava dugað at skapa møguleikar at boða óformliga, tí teir eru uppfinningarsamir. Ein systir, sum býr í einum íbúðarblokki við nógvum trygdarfyriskipanum, setur seg á felagsøkið og leggur puslispøl við vøkrum náttúrumyndum. Tá fólk steðga og práta við hana um tær vøkru myndirnar, nýtir hon høvið at fortelja teimum um lyftið, Bíblian gevur um „nýggjan himmal og nýggja jørð“. (Op. 21:1-4) Veitst tú nakrar aðrar møguleikar at boða óformliga?
11. Hvussu kunnu vit menna áhugan í óformligu boðanini?
11 Hvussu vit menna áhugan. Finnur tú eitt hoyrandi oyra, royn so at menna áhugan. Um tað er hóskandi, kundi tú sagt: „Mær hevur dámt væl at tosa við teg. Hvussu fái eg fatur á tær, so vit kunnu tosa saman aftur?“ Summir boðarar geva bara persóninum sína adressu og telefonnummar og siga: „Tað var hugnaligt at práta við teg. Hevur tú hug at vita meir um tað, vit hava tosað um, veitst tú, hvussu tú fært fatur á mær.“ Fært tú ikki sjálvur ment áhugan, kanst tú skipa fyri, at lokala samkoman ger tað við alt fyri eitt at geva skrivaranum í tínari samkomu útfyllingarblaðið Besøg venligst (S-43).
12. (a) Hví skulu vit bæði halda skil á og boða frá tíðini, sum vit brúka í óformligu boðanini? (b) Hvørji úrslit hevur óformlig boðan givið? (Sí rammuna „Óformlig boðan gevur úrslit!“).
12 Vit skulu minnast til at boða frá tíðini, vit brúka til óformliga boðan. Tí mugu vit halda skil á hesi tíðini, sjálvt um talan bert er um nakrar fáar minuttir um dagin. Hugsa um hetta: Brúkar hvør boðari fimm minuttir um dagin í óformligu boðanini, so hevði tað verði meir enn 17 milliónir tímar um mánaðin!
13. Hvat eigur at fáa okkum at boða óformliga?
13 Vit hava tær bestu grundirnar at boða óformliga — kærleika til Gud og næstan. (Matt. 22:37-39) Tá vit av hjartanum virðismeta eginleikarnar hjá Jehova og hansara ætlanir, fær tað okkum at tosa um ’dýrd og heiður ríkis Hansara’. (Sl. 145:7, 10-12) Veruligur áhugi fyri okkara næsta eggjar okkum til at brúka øll hóskandi høvi at geva teimum lut í góðu tíðindunum, meðan tíð er. (Róm. 10:13, 14) Tá vit eru eitt sindur framskyggin og fyrireikað, kunnu vit øll boða óformliga og kanska uppliva gleðina at vísa onkrum rætt sinnaðum menniskja á sannleikan.
[Tekstsendurgeving á síðu 4]
Tað er kanska ein hjálp at hava sum mál bert at práta við fólk, vit møta
[Tekstsendurgeving á síðu 5]
Nógvir boðarar hava dugað at skapa møguleikar at boða óformliga, tí teir eru uppfinningarsamir
[Ramma á síðu 5]
Soleiðis kunnu vit byrja samrøður
◼ Bið Gud hjálpa tær at koma í gongd
◼ Vel tey, sum tykjast vinalig og avslappað
◼ Fá eygnasamband, smíl og sig okkurt, sum hevur felags áhuga
◼ Ver ein góður lurtari
[Ramma á síðu 6]
Óformlig boðan gevur úrslit!
• Meðan ein bróðir var á verkstaði við bilinum, boðaði hann teimum, hann hitti, sannleikan og gav teimum eina innbjóðing til almenna fyrilesturin. Á einari umdømisstevnu árið eftir kom ein bróðir, sum hann ikki kendi aftur, og heilsaði so hjartaliga. Tað var ein av monnunum, sum hann hevði givið eina innbjóðing á verkstaðnum árið fyri! Maðurin var farin at lurta eftir almenna fyrilestrinum og hevði biðið um ein bíbliulestur. Bæði hann og konan vóru nú doypt.
• Ein systir, sum lærdi sannleikan at kenna, tí onkur boðaði óformliga, metir tey fólkini, sum hon kemur í samband við orsakað av teimum trimum børnunum, hon eigur, sum sítt serliga øki; teirra millum eru grannar og foreldur, sum hon møtir í skúlanum og á foreldrafundi. Hvørja ferð, hon sigur, hvør hon er, nevnir hon stutt, at hon heldur Bíbliuna vera eina virðismikla hjálp til at uppala børn og tosar síðani um okkurt annað evni. Men at hava tikið fyrsta stigið ger tað lættari hjá henni at tosa um Bíbliuna eina aðra ferð. Við at brúka hesa mannagongdina hevur hon hjálpt 12 persónum fram til dóp.
• Tá ein tryggingarsølumaður vitjaði eina systur, brúkti hon møguleikan at geva ein vitnisburð. Hon spurdi hann, um hann hevði hug at fáa eina trygging, sum fevndi um góða heilsu, eydnu og ævigt lív. Hann segði ja og spurdi hana, hvørja trygging hon tosaði um. Hon vísti honum, hvat Bíblian lovar, og gav honum eina av okkara bókum, sum hann las eftir einum kvøldi. Skipað varð fyri einum bíbliulestri. Hhann byrjaði at ganga á møtini og varð seinni doyptur.
• Á einari flogferð fór ein systir at tosa við konuna, sum sat undir liðini á henni og fekk møguleika at geva ein vitnisburð. Tá flogferðin var liðug, gav systirin konuni sína adressu og telefonnummar og bað hana biðja um ein bíbliulestur næstu ferð, Jehova Vitni komu á vitjan. Longu dagin eftir komu tvey Jehova Vitni og bankaðu uppá hjá henni. Konan tók við einum bíbliulestri, gjørdi skjót framstig, bleiv doypt og skjótt hevði hon sjálv tríggjar bíbliulestrar.
• Ein 100 ára gamal blindur bróðir, sum býr á einum røktarheimi, sigur ofta: „Okkum tørvar Ríkið.“ Hetta hevur fingið sjúkrarøktarfrøðingar og sjúklingar at seta spurningar, og tað hevur givið honum møguleika at forklára, hvat Ríkið er. Ein av konunum, sum arbeiðir har, spurdi hann, hvat hann fer at gera í Paradísinum. Hann svaraði: „Eg fari at síggja og ganga aftur, og so fari eg at brenna rullistólin hjá mær.“ Av tí at hann er blindur, biður hann hana lesa bløðini fyri sær. Tá dóttir bróðurin kom at vitja, spurdi konan hana, um hon kundi sleppa at taka bløðini við heim. Ein sjúkrarøktarfrøðingur fortaldi dóttrini: „Okkara nýggja slagorð á røktarheiminum er: ’Okkum tørvar Ríkið.’“
• Ein systir, sum stóð í bíðirøð á einari matstovu, hoyrdi av tilvild nakrar eldri menn, sum sótu nærindis, tosa um politikk. Ein av monnunum segði, at stjórnin ikki var før fyri at loysa trupulleikarnar. Systirin segði við seg sjálva: ’Nú havi eg kjansin.’ Hon bað eina stutta bøn og fór yvir til teirra. Tá hon hevði sagt, hvør hon var, fortaldi hon teimum um eina stjórn, sum fer at loysa trupulleikarnar hjá mannaættini, nevniliga Guds ríki, og gav teimum eitt hefti, sum hon hevði við sær. Í somu løtu kom stjórin. Systirin helt, hann fór at biðja hana fara. Men hann fortaldi, at hann hevði lurtað eftir teimum, og at hann eisini fegin vildi hava eitt hefti. Eitt starvsfólk, sum eisini hevði lurtað, kom grátandi yvir til hennara. Hon hevði áður lisið Bíbliuna saman við Jehova Vitnum og vildi fegin byrja aftur.