Watchtower ONLINE LIBRARY
Watchtower
ONLINE LIBRARY
Føroyskt
  • BÍBLIAN
  • ÚTGÁVUR
  • MØTI
  • th venjing 6 s. 9
  • Ger greitt, hví eitt bíbliuørindi verður brúkt

Einki video er til taks.

Halt okkum til góðar, tað bar ikki til at vísa videoið.

  • Ger greitt, hví eitt bíbliuørindi verður brúkt
  • Lær teg at lesa upp og undirvísa
  • Líknandi tilfar
  • Legg upp til bíbliuørindi
    Lær teg at lesa upp og undirvísa
  • Enda væl
    Lær teg at lesa upp og undirvísa
  • Ger greitt, hvussu upplýsingarnar kunnu brúkast
    Lær teg at lesa upp og undirvísa
  • Ger tað upplýsandi og læruríkt
    Lær teg at lesa upp og undirvísa
Sí fleiri
Lær teg at lesa upp og undirvísa
th venjing 6 s. 9

VENJING 6

Ger greitt, hví eitt bíbliuørindi verður brúkt

Tilvísing til eitt bíbliuørindi

Jóhannes 10:33-36

Í STUTTUM: Heldur enn bara at lesa eitt bíbliuørindi og fara beinleiðis víðari til næsta tankan, mást tú tryggja tær, at tey, sum lurta, týðiliga síggja sambandið millum ørindið og tankan, tú vilt hava fram.

HVUSSU GERT TÚ?

  • Legg dent á lyklaorðini. Tá ið tú hevur lisið eitt bíbliuørindi, eigur tú at leggja dent á tey orðini, sum hava beinleiðis samband við tað, sum tú vilt hava fram. Tað kanst tú gera við at siga orðini umaftur ella seta ein spurning, sum fær fólk at leggja merki til lyklaorðini.

    Praktiskt ráð

    Greiðir tú frá einum bíbliuørindi við egnum orðum, mást tú tryggja tær, at fólk skilja, hvussu orðini í sjálvari Bíbliuni undirstrika tað, sum tú vilt hava fram.

  • Fá tankan fram. Um tú velur at nevna eina ávísa orsøk til at lesa eitt bíbliuørindi, mást tú aftaná greiða frá, hvussu lyklaorðini í ørindinum stuðla upp undir ta orsøkina.

    Praktiskt ráð

    Hav Bíbliuna opna, meðan tú tosar um ørindið. Tá kunnu fólk lættari seta tað, sum tú sigur, í samband við tað, tú akkurát hevur lisið.

  • Ger tað einfalt. Tosa ikki um óneyðugar smálutir, sum einki hava við høvuðstankan at gera. Hugsa um, hvat fólk longu vita, og ger síðani av, hvussu nógv er neyðugt at siga fyri at fáa tey at skilja, hví tú lesur eitt bíbliuørindi.

    Føroyskur lesnaður (1984-2025)
    Rita út
    Rita inn
    • Føroyskt
    • Deil
    • Stillingar
    • Copyright © 2025 Watch Tower Bible and Tract Society of Pennsylvania
    • Nýtslutreytir
    • Handfaring av persónligum upplýsingum
    • Privatlívsstillingar
    • JW.ORG
    • Rita inn
    Deil