Watchtower ONLINE LIBRARY
Watchtower
ONLINE LIBRARY
Føroyskt
  • BÍBLIAN
  • ÚTGÁVUR
  • MØTI
  • Hann hataði beiggja sín
    Bíbliusøgubókin
    • Káin er illur, tá ið Ábel ber sína offurgávu fram fyri Jehova

      KAPITTUL 4

      Hann hataði beiggja sín

      Aftaná at Ádam og Eva vóru koyrd úr urtagarðinum í Eden, fingu tey nógv børn. Tann fyrsti sonurin hjá teimum, Káin, fór at planta og dyrka grønmeti, og tann næsti sonurin, Ábel, bleiv seyðamaður.

      Ein dagin góvu bæði Káin og Ábel Jehova eitt offur. Veitst tú, hvat eitt offur er? Tað er ein heilt serlig gáva. Jehova dámdi offurgávuna frá Ábeli, men honum dámdi ikki gávuna, sum Káin gav. Og tí bleiv Káin øgiliga illur. Jehova ávaraði hann um, hvat kundi henda, viss hann bleiv við at vera so illur. Tað kundi fáa hann at gera nakað skeivt. Men Káin vildi ikki lurta.

      Í staðin fyri segði Káin við Ábel: „Kom, latið okkum fara út á bøin.“ Tá ið teir vóru komnir út á bøin, leyp Káin á beiggja sín og drap hann. Hvat fór Jehova nú at gera? Hann sendi Káin langt burtur frá familjuni, og hann slapp ongantíð at koma aftur.

      Káin fer yvir ímóti Ábeli á einum bøi

      Kunnu vit læra nakað av hesum? Ja, tað kunnu vit. Tá ið alt ikki gongur, sum vit vilja, verða vit kanska ill. Um so er, mugu vit sissa okkum. Og viss onkur leggur merki til, at vit eru blivin ill, og sigur tað við okkum, mugu vit lurta eftir teimum. Tað er viktigt, at vit læra at stýra okkara kenslum, so tað ikki endar við, at vit gera nakað býtt.

      Ábel elskaði Jehova og gjørdi tað, sum var rætt. Tað gloymir Jehova ongantíð. Og tá ið Jehova fer at gera alla jørðina til eitt paradís, fer hann at geva Ábeli lívið aftur.

      „Far og verð fyrst samdur við bróður tín – kom so og ber fram gávu tína!“ – Matteus 5:24

      Spurningar: Hvussu itu teir fyrstu tveir synirnir hjá Ádami og Evu? Hví drap Káin beiggja sín?

      1. Mósebók 4:1-12; Hebrearabrævið 11:4; 1. Jóhannesarbræv 3:11, 12

  • Ørkin hjá Nóa
    Bíbliusøgubókin
    • Nóa og familjan byggja ørkina

      KAPITTUL 5

      Ørkin hjá Nóa

      Tíðin gekk, og so við og við vóru nógv fólk á jørðini. Tey flestu av teimum vóru ónd. Og uppi í himli vóru enntá fleiri einglar blivnir óndir. Sjálvt um teir búðu í himli, fóru teir niður á jørðina at liva sum menniskju. Veitst tú, hví teir gjørdu tað? Tað var tí, teir vildu gifta seg við kvinnum her á jørðini.

      Synirnir, sum einglarnir fingu við konunum hjá sær, vuksu upp og blivu óvanliga stórir og sterkir. Teir gjørdu nógv ónt og vóru øgiliga óreinir við onnur. Jehova var noyddur at gera nakað við tað, so hann valdi at beina fyri øllum óndum menniskjum í einari vatnflóð.

      Nóa og familjan byggja ørkina og gera matin kláran

      Men har var ein maður, sum var øðrvísi. Hann æt Nóa, og hann elskaði Jehova. Nóa og konan áttu tríggjar synir. Teir itu Sem, Kam og Jafet, og teir vóru allir giftir. Jehova vildi, at Nóa og familjan skuldu yvirliva vatnflóðina. Tí bað hann Nóa byggja eina stóra ørk, ein risastóran trækassa, sum kundi flóta á vatni. Jehova bað eisini Nóa taka nógv djór við inn í ørkina, so tey eisini kundu yvirliva.

      Nóa fór beinanvegin í gongd við at byggja ørkina. Jehova segði, hvussu Nóa og familjan skuldu gera, og tey gjørdu akkurát, sum hann segði. Tað tók teimum umleið 50 ár at byggja ørkina. Hesi árini royndi Nóa at ávara menniskju um ta komandi vatnflóðina. Men eingin tímdi at lurta eftir honum.

      Endiliga var tíðin komin at fara inn í ørkina. Veitst tú, hvat so hendi?

      „Eins og var á døgum Nóa, so skal eisini verða, táið Menniskjasonurin kemur.“ – Matteus 24:37

      Spurningar: Hví valdi Jehova at lata eina stóra vatnflóð koma yvir jørðina? Hvat segði Jehova, at Nóa skuldi gera?

      1. Mósebók 6:1-22; Matteus 24:37-41; 2. Pætursbræv 2:5; Judasarbrævið 6

Føroyskur lesnaður (1984-2025)
Rita út
Rita inn
  • Føroyskt
  • Deil
  • Stillingar
  • Copyright © 2025 Watch Tower Bible and Tract Society of Pennsylvania
  • Nýtslutreytir
  • Handfaring av persónligum upplýsingum
  • Privatlívsstillingar
  • JW.ORG
  • Rita inn
Deil