Watchtower ONLINE LIBRARY
Watchtower
ONLINE LIBRARY
Føroyskt
  • BÍBLIAN
  • ÚTGÁVUR
  • MØTI
  • lmd partur 2
  • Ver natúrligur

Einki video er til taks.

Halt okkum til góðar, tað bar ikki til at vísa videoið.

  • Ver natúrligur
  • Elska menniskju – ger lærisveinar
  • Undirheiti
  • Líknandi tilfar
  • Hvat gjørdi Filip?
  • Hvat lærir Filip okkum?
  • Ger sum Filip
  • Soleiðis gerst tú ein betri boðari — Byrja eina samrøðu og boða óformliga
    Okkara ríkistænasta – 2014
  • Vís áhuga
    Elska menniskju – ger lærisveinar
  • „Evangeliið um Jesus“ verður boðað
    “Et grundigt vidnesbyrd om Guds rige”
  • Soleiðis gerst tú ein betri boðari – Eitt lítið prát kann geva møguleika at boða
    Okkara kristna lív og tænasta – arbeiðshefti – 2018
Sí fleiri
Elska menniskju – ger lærisveinar
lmd partur 2

BYRJA EITT PRÁT

Evangeliiboðarin Filip prátar við ein etiopiskan mann, sum situr í einum vogni og lesur í einari bókrullu.

Áps. 8:30, 31

PARTUR 2

Ver natúrligur

Meginregla: „Hvussu gott er ikki orð, sagt í rættari tíð!“ – Orðt. 15:23.

Hvat gjørdi Filip?

Evangeliiboðarin Filip prátar við ein etiopiskan mann, sum situr í einum vogni og lesur í einari bókrullu.

VIDEO: Filip boðar fyri etiopiska hirðmanninum

1. Hygg at VIDEONUM, ella les Ápostlasøguna 8:30, 31, og hugsa um hesar spurningarnar:

  1. Hvussu byrjaði Filip prátið?

  2. Hví var tað ein natúrligur máti at byrja eitt prát og læra hirðmannin nakað nýtt?

Hvat lærir Filip okkum?

2. Viss prátið fellur natúrligt, er tað meira sannlíkt, at viðkomandi slappar av og hevur hug at práta víðari.

Ger sum Filip

3. Eygleið. Andlitsbráið og kropsmálið hjá einum persóni kann siga okkum nógv. Virkar tað sum, at viðkomandi hevur hug at práta? Um so er, kundi tú komið inn upp á eitt bíbilskt evni við at siga: „Visti tú, at …?“ Men viss tað er týðiligt, at viðkomandi ikki hevur hug at práta, skalt tú ikki noyða hann.

4. Ver tolin. Tú skalt ikki føla, at tú noyðist at tosa um Bíbliuna beinanvegin. Bíða til ta røttu løtuna, so verður tað meira natúrligt. Onkuntíð noyðist mann at bíða til næstu ferð, mann tosar við viðkomandi.

5. Ver smidligur. Viðhvørt kann eitt prát fara ein heilt annan veg, enn tú hevði væntað. Tí mást tú vera fyrireikaður upp á at tosa um nakað, sum hevur týdning fyri viðkomandi, sjálvt um tað merkir, at tú mást nevna ein annan bíbilskan tanka, enn tú hevði ætlað tær.

SÍ EISINI

Præd. 3:1, 7; 1. Kor. 9:22; 2. Kor. 2:17; Kol. 4:6

    Føroyskur lesnaður (1984-2025)
    Rita út
    Rita inn
    • Føroyskt
    • Deil
    • Stillingar
    • Copyright © 2025 Watch Tower Bible and Tract Society of Pennsylvania
    • Nýtslutreytir
    • Handfaring av persónligum upplýsingum
    • Privatlívsstillingar
    • JW.ORG
    • Rita inn
    Deil